Eg, ein ravnur, ein úlvur, ein risi, ein gandakelling og ein kareoke-bar. Í nýskrivaða modernaða ævintýrinum kanna Mariann Hansen og Durita Dahl Andreasen spurningin ‘Hvørjar eru kvinnurnar, ið mangla í Føroyum’. Saman hava tær stovnað listabólkin GUT//Productions við tí endamáli at lata ‘the GUTS’ ella magakensluna stýra listarligu tilgongdini.
Eyðun Andreasen hevur í bókini ‘Ævintýr’ greinað og tulkað fleiri føroysk ævintýr. Eitt, ið hevur merkt og myndað arbeiðið við leikinum ‘Einaferð var tað eg…’, er tulkanin hjá Eyðuni Andreasen av gentuni í føroysku ævintýrunum - gentan er altíð høvuðspersónurin, hon er aktørurin, hon er tann, ið fremur broytingina. Og møguliga er hon tann, ið broytist mest? Hesi broytingini, ella transformatiónini sum tær báðar nevna tað, verður arbeitt við í nýskrivaða leikinum.
- Leikurin ein uppgerð við tað penu behagisjúku gentuna, sum er innan í nógvum kvinnum, og um transformatiónina burtur frá hesum leiklutinum í ein annan. Um at vera ein og at blíva til nakað meir. Kanska. Ella blíva til nakað annað.
Les meira um nýggja, spennandi leikin í Vikuskiftis Sosialinum í dag.