Leikur og ljóð í miðbýnum

Í gjár gingu luttakararnir á NEATA festivalinum skrúðgongu úr Læraraskúlanum oman í miðbýin. Málið var Speakers Corner, har tey settu sín dám á býin við horntónleiki, ballónum og framførslum.

Har vóru bæði trøll og klovnar, og eini hundrað leikarar. Nakrir av teimum gingu runt við stórum tyssum av ballónum, og GHM syrgdi fyri horntónleiki.
Tá tey komu oman í miðbýin, steðgaðu tey í Speakers Corner, har tey stillaðu seg rundanum og framførslurnar byrjaðu í miðjuni. Íslendsku luttakararnir sungu.
Úr Lettlandi dansaðu nakrir menn og sungu afturvið. Eftir eina løtu vóru nakrir av áskoðarunum togaðir uppí dansin, meðan ein av lettunum spýði eld aftanfyri.
Úr Litava dansaðu tvey pør fólkadans og Estland framførdi ein lítlan leik við klarinetspæli afturvið.
Tiltakið endaði við at allir sjónleikararnir fingu eina ballón í hondina, føroyingar og útlendingar stillaðu seg saman, og øll sungu á føroyskum "Dukka mín er blá". Tá fyrsta ørindi var liðugt, tóku tveir hornleikarar frá GHM yvir, meðan teir spældu, vórðu allar ballónirnar sleptar, og fóru til skýggja.