Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá Leiknum og Dánjal á Lakjuni í tí næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í dag gjørdist aftur talan um ein 1-1 javnleik á heimavølli. Hesaferð ímóti uppflytaraliðnum, KF.
Talan var um fyrsta dysti hjá Leiknum á grasi. Ìslendingar plaga at bíða til hálvan mai, áðrenn teir fara út á grasvallirnar.
- Tað var tungt at spæla á grasi í dag. Hetta var mín fyrsti dystur á grasi í tvey ár, og tað merktist, greiðir Dánjal á Lakjuni frá. - Eg bleiv skiftur út, tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Eg hevði nøkur innlegg, sum góvu viðspælarunum nakrar málmøguleikar, sum tíverri ikki blivið gagnnýttir. Vit høvdu 80 prosent av spælinum. Tíverri komu teir á odda longu tá tveir minuttir vóru farnir, og aftaná tað trektu teir seg aftur. Fyrst fyri at verja leiðsluna, og so fyri at verja javnleikin, og tað eydnaðist tíverri. Tað er ikki nóg gott, at vit í dag bert fáa javnleik á heimavølli ímóti einum uppflytaraliði.
Nógvar vindur var eisini, sum darvaði spælinum.
Leiknir javnaði tveir minuttir undan steðginum. Leiknir liggur á 8. plássi í tí næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini við tveimum stigum. 12 lið eru í deildini.
Næsti dystur hjá Leiknum er á útivølli á Norðurlandinum komandi leygardag. Tá tekur Vølsungur í Húsavík ímóti Leiknum.









