Leygarkvøldið fara Leikmenn at undirhalda á føroyska spælistaðnum Skarv í Keypmannahavn. Við eru Dagfinn Joensen úr Funningsfirði og Bjarti Dalheim úr Gøtu, báðir við gittara og sangi. Teir hava spælt saman í fýra ár og er hettar aðru ferð, at teir báðir fara at undirhalda á Skarv. Báðir eru úr bólkunum EGR2PLZ og Orkestriii har Vesturiii.
Framførslurnar plaga ikki at vera so hátíðarligar. Tað er meiri syngið-við-stemningur, tá Leikmenn standa fyri undirhaldinum.









