Bureau Veritas
Bureau Veritas í Føroyum er tilreiðar at taka í móti teimum stóru avbjóðingunum, sum ein komandi oljuvinna setur einum slíkum felag.
Hjá Bureau Veritas Føroyar verður tað serliga innan virkisøkini, góðskustýring og kanning av lutum/tólum, ið fer at mennast í stórum, nú oljuvinna fer at taka dik á seg í Føroyum. Klassing av skipum verður tó støðugt ein av hornasteinunum í Bureau Veritas Føroyar.
Góðskustýring
Tað bleiv sagt so greitt av tveimum fyrilestrarhaldarum á Oljutinginum tann 4. oktober í ár, at teir, sum veita tænastur til oljuvinnuna, skulu hava eina góðskustýringarskipan.
Í Bureau Veritas er ein deild, íð eitur BVQI, Bureau Veritas Quality International, og tekur hon sær av, at skjalprógva (certificera) góðskustýringarskipanir. BVQI er eitt av teimum størstu feløgunum í heiminum, ið skjalprógvar góðskukerv og hevur verið við frá byrjanini av. Uppgávurnar innan skjalprógvan av góðskukervum eru fleiri, nevnast kunnu hesar.
? ISO 9001 sum umfatar virksemið hjá einum virki. ISO 9001 standardurin kann nýtast til øll sløg av virkjum, privat sum almenn, og er ikki avmarkaður til serligar vinnugreinir, mannagongdir ella vørur.
? ISO 14001 umfatar umhvørvis virksemið hjá einum virki. ISO 14001 standardurin umfatar trýggjar høvuðstættir nevnliga: yvirhalda lógir og reglugerðir á umhvørvisøkinum, fyribyrging av dálking og dagligar betringar av umhvørvis- arbeiðinum. ISO 14001 kann sameinast við eitt ISO 9001 góðskukerv.
? OHSAS 18001 umfatar arbeiðsumhvørvið hjá einum virki. OHSAS 18001 kann sameinast við eitt ISO 9001/ ISO 14001 góðskukerv.
? Tikit/BS 7799. Tikit umfatar kunnandi tøknifrøði hjá einum virki. BS 7799 umfatar teldu trygleika hjá einum virki, so sum óviðkomandi atgongd, virus, hackara og disaster revovery.
? Nevnast kann tilseinast ymiskt innan sjúkrahúsverkið, t.d. starvstovur og sjálvandi HACCP-skipanir. HACCP-skipanir er innan matvørutrygd.
BVQI veitir eisini eina tænastu, sum vit kalla undan skoðan (præ-audit) av góðskustýringsarskipanum. Ein undan-skoðan er vælegnað til eitthvørt virkið, sum er komið væl áleiðis við síni góðskustýringsskipan. Við einari undan-skoðan far virkið at vita, hvussu til stendur við góðskustýringsskipanini. Er virkið á rættari leið ella ikki ? og hví.
BVQI skipar eisini fyri skeiðum innan øll sløg av góðskustýring. Ráðgeving verður latið virkum, ið ætla at stovna og menna eina góðskustýringarskipan.
Kanning av lutum/tólum
Lutir og tól, íð nýtt vera í frálandavinnuni og sum vera framleidd ella umvæld á landi, skulu kannast/sýnast av einum 3. parti. Bureau Veritas hevur drúgvar og góðar royndir á hesum øki. Uppgávur umborð á skipum eru t.d: el-talvur, trýst tangar, ventilar, motorar og líknandi og eru hesar uppgávurnar tær somu innan frálandavinnuni.
Størri uppgávur so sum góðkenning av rørleidningum, akkersútgerð og borieindum verða gjørdar av frálandavinnudeildini hjá Bureau Veritas í Danmark ella Aberdeen.
Í Føroyum verður BVQI umboðað av Bureau Veritas Føroyar, sum hevur skrivstovu á Strondum. Hjá Bureau Veritas Føroyar arbeiða trý fólk. Herav hevur ein serútbúgving sum skoðari innanfyri góðskustýring.
Bureau Veritas hevur klassa føroysk skip síðani 1863. Tað var skipið Falken hjá reiðarínum Mortensen á Tvøroyri, sum fekk handað klassaskjølini tann 9. september 1863. BVQI sertifiseraði tað fyrstu góðskustýringarskipanir í Føroyum og var tað 19.februar 1999.