Upptakt
Enn hava teir hjá EB/Streymi ikki roynt at skjóta landskappingarmál í Gøtu. Higartil eru tríggjar royndir gjørdar, men útlitini fyri, at hetta fer at eydnast í fjórðu royndini tykjast tó betri, enn tey áður hava verið.
GÍ er nevnliga í løtuni rættiliga langt frá oddastøðuni, sum liðið hevur átt í føroyskum fótbólti. Eitt nýtt lið skal byggjas upp, og tá so skaðar hava rakt hópin av teimum leikarum, sum eru ætlaðir at bera liðið, so sigur tað seg sjálvt, at tað er tungt.
Hartil tykist EB/Streymur í ár at hava reist frá leiklutinum sum ein av teimum, sum altíð livir í vandaøkinum. Úrslitini í ár hava í mangar mátar verið framúr, og liðið hevur sýnt eitt treysti, sum fá av oddaliðnum hava megna at staðið ímóti. Eitt treysti, sum gøtumenn eisini kenna alt til, tá teir fyrr í ár mistu eina 2-0 leiðslu á Mølini á Eiði.
Í mun til skaðastøðuna, sum hevur verið, so tykist tó ein glotti at hómast hjá gøtumonnum. Krzystof Popczynski hevur verið millum lítið og einki á vøllinum síðani summarsteðgin, men nú røkist tó fyri, at hann verður tøkur. Tað verður Zdislaw Janik kanska eisini, og spurningurin er so, hvørt farið verður eftir úrslitinum, ella um ungu leikararnir fáa enn ein møguleika at savna nakað av royndum saman.
Hjá EB/Streymi tykjast allir mans at vera tøkir, og so er at seta øll segl til, soleiðis at vinnast kann enn longur upp á stigatalvuni, sum longu nú tykist vilja vísa á besta avrikið hjá felagsliðnum yvirhøvur.