Áttinda árið á rað skipar Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) fyri LEIKLISTASKÚLA FØROYA á Føroya Fólkaháskúla.
Leiklistaskúlin byrjar mikukvøldið 13. mai kl. 19:00 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 17. mai kl. 16:00. Undirvíst verður soleiðis:
• Mikukvøldið: Kl. 19:00 - 23:00
• Hósdag - leygardag: Kl. 09:00 - 18:00
• Sunnudag: Kl. 10:00 - 15:00
Skeiðini verða:
• Leiklist: Hanne Jørna.
• Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir.
• At skriva til pall: Oddfríður M. Rasmussen.
Til skeiðið leiklist er pláss fyri 10 – 12 luttakarum,
til leikstjórn í mesta lagi 10 luttakarum og at skriva til pall í mesta lagi 6 luttakarum.
Áhugaði kunnu lesa meir um leiklistaskúlan og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo