Leiklistaskúli komandi vikuskiftið

Afturvendandi leiklistaskúlin, sum MáF skipar fyri, verður í døgunum 8. til 12. mai. Aftur í ár verða dugnaligir unsirvísarar við

Tað eru eftir hondini fleiri ár síðani, at MáF fór undir at skipa fyri leiklistaskúla í Føroyum.
Tættirnir er fýra, og umfata scenografi, leikstjórn, leiklist og at skriva til pall.
Hesaferð hevur MáF fingið Sámal Blak at standa fyri undirvísingini í scenografi. Sámal býr og arbeiðir í Onglandi. Sámal Blak er scenografur og arbeiðir við verkætlanum í altjóða høpi við at sniðgeva bæði pall og búnar.
Hann læs Design for Performance á Central Saint Martins College of Art and Design í London. Eftir lokna úrbúgving í 2009 vann hann viðurkenda Linbury Prize fyri pallmyndir tikl operuna, »Otello« eftir Verdi.
Og í ár vann hann saman við operaini, Ghost Patrol, South Bank Sky Arts Award, sum er ein enskur Oscar.
Leikstjórn stendur íslendska Sigrun Valbergsdóttir fyri. Hon arbeiðir sum free-lance leikstjóri og leiklistapedagogur. Hon tók sjónleikaraprógv frá Þjóðleikarhúsinum í Reykjavík í 1970, læs leikhúsfrøði í Køln 1975-78 og var leikhússtjóri í AlÞýðuhúsinu 1980-82.
Áugusta Skúladóttir fer at standa fyri leiklist. Hon er virðisløntur leikstjóri í Íslandi, har hon arbeiðir við bæði áhuga- og yrkisleikarum, á íslendska tjóðpallinum og íslendsku operaini.
Oddfríður Marni Rasmussen fer at standa fyri at skriva til pall. Hann er rithøvundur og hevur gingið út fleiri yrkingarsøvn, og er saman við Arnbirni Ólavsson Dalsgarð ritstjóri á skaldskaparritinum, Vencil. Oddfríður gekk frá 1998 til 2000 á rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur havt fleiri skriviskeið.
Leiklistaskúlin byrjar mikukvøldið 8. mai klokkan 19, og endar sunnudagin 12. mai.
Pláss er fyri 26 luttakarum, og meldast kann til hjá MáF á tlf. 315624 ell 285624: