Síðst í hesum mánaðinum fer Leiklistarskúli Føroya at bjóða áhugaðum frálæru hjá royndum undirvísararum í sjónleiki, leikskriving og leikstjórn
Á skeiðnum í at skriva til pall læra næmingarnir nakrar gundreglur um, hvat skal til fyri at skriva leikrit. Øll hugskot til leikir eru vælkomin. Skrivarabólkurin fer ígjøgnum hugskotini, og venjingar á skeiðnum skulu hjálpa høvundunum at fáa leikin skrivaðan lidnan.
Á skeiðnum í leikstjórn verður greitt frá, hvussu ein leikuppseting fer fram. Millum evnini, ið verða viðgjørd, er arbeiðsøkið og ábyrgdin hjá leikstjóranum og hvussu hann fyrireikar sítt arbeiði hvønn dag.
Á skeiðnum í leiklist læra næmingarnir at skapa kreativ hugløg á palli. Eisini fáa teir innlit í, hvussu ein søga verður til, har teir millum annað arbeiða við skapanargleði og skapanarmegi.
Leiklistarskúli Føroya er úrslit av samstarvi millum Meginfelag Áhugaleikara Føroya og Føroya Fólkaháskúla.
Frálæran fer fram á Háskúlanum, har næmingarnir eisini gista. Skúlin byrjar mikukvøldi 30. apríl klokkan 20 og endar sunnudagin 4. mai klokkan 17.
Næmingarnir fáa skeiðsváttan frá skúlanum og fáa møguleika at halda áfram við lestrinum næsta ár.