Leikliga avrikið var gott men deyðbóltarnir kostaðu dýrt (FM1)

(FM1) Hoyr tíðindafundin hjá Mikkjali Thomassen, ið var aftaná ergiliga tapið móti RFS

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tíðindafundin hjá Mikkjali Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ sum var aftaná ergiliga 2-4 (5-6) tapið móti RFS í Europa Conference League undankappingini.

 

Tróndur Arge frá FM1 og in.fo og Agnar Prestá frá portal.fo stillaðu spurningar til Mikkjal Thomassen.

 

- Hetta er eitt svart hol, var tað fyrsta sum ein hugtungur Mikkjal Thomassen segði á tíðindafundinum aftaná beiska tapið í søguliga dystinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Mikkjal iðrar seg um, at KÍ var søkt av deyðbóltsstøðum tí teir í KÍ hava nærgranskað minst 120 ferðir hvussu vandamiklir RFS eru uppá júst tær støðurnar, og kortini eydnaðist tað ikki KÍ at verja fyri tí.

 

Mikkjal heldur, at KÍ stóð seg leikliga betri enn RFS, men RFS dugdi bara betur at gagnnýta sínar støður.

 

Mikkjal heldur avgjørt, at dómaraavrikið hjá Keith Kennedy úr Norðurírlandi er tað slakasta hann hevur upplivað við KÍ í evropeiskum dystum, men hann vil ikki geva dómaranum skuldina fyri, at KÍ tapti, men er ósamdur í fleiri dømingum hjá Keith Kennedy. Tí talaði hann at, og tað kostaði honum eitt reytt kort.

 

 

 

(Tíðindafundurin hjá Mikkjali Thomassen)

(Tíðindafundurin hjá Mikkjali Thomassen)