Leikirnir aftanfyri tjaldið

Jógvan Páll Sevdal

Heini, Jógvan Elias, Randi, Jógvan Páll, Fríðgerð, Poul Andrias, Bjarni, Filip og mong onnur hava skrivað um hetta nú ólukkuliga Leirviks "syndromið" ella ta "genialu loysnina".
Hin "geniala loysnin" er og verður hin besta fyri allan framburð i Leirvik. Grundstykkir verða tøk. Trygdin fyri ungu familjurnar við børnum verður hin besta. Trivnaðurin verður i hásæti, og vit., sum eru komin upp i árini kunnu við gleði læta okkara komandi ættarliðið teir allarbestu búðleikar og trivnaðar møguleikar.

Feigdarleikurin
Hvussu er nu allur hesin feigdarleikur byrjaður? Havi mangan hugsað um teir mongu leikir, sum liggja aftanfyri tær ymisku framløgur og frásagnir. Tað løgna við teimum er, at tær kunnu ikki i fyrstu syftu provførast.

Illgrunin.
Sum málið viðvíkjanði vegaføringini hevur tikið seg upp, liggur nær at hugsa, at nógvir leikir eru spældir aftan fyri tjaldið, og at ætlaði ruðuleikin júst hevur verið endamálið fyri at náa ávísum málið.

Løgtings lóg nr. 49 frá 10.04. 2003
Sigur greitt, at tunnil til vegaføring er samtykt við lóg fyri tær uml. 75 mió.

Harra Bjarni Djurholm:
Hvar byrjar leikurin aftanvert leiktjaldið. Jú, "eingin vil kennast við lógarbundnu samtykt" altso tunnilin omanvert bygdina, sigur landsstyrismaðurin - nú er dysturin byrjaður. Hvar koma so omanfyri nevndu neiligu orðini inn.

Harra landsstyris maður
HVÍ vilt tú ikki siga hví táveranði bygdarrað og nuverandi, við nevndu fortreytum ikki vildi kennast við lógarfestu tunnilsgerð omanfyri bygdina. Jú, tí longu tá arð var leikurin spældur kanska fleiri?

Leirvikar Bygdarráð
Á fundi, hin 3. juni 2003 millum Landsverk og Leirvikar Bygdarráð, og tað er júst her, at gitingin, illgrunin kemur fram. "Kommunan má tí ásanna at grundarlagið fyri støðutakanini er broytt" "Bygdarráðið kann als ikki goðtaka eina sovorðna loysn" Harra Bjarni Djurholm, HVÍ?

Harra Bjarni Djurholm
Hvussu ber tað til, at tú sum landsstýrismaður personliga ert so heitur fyri eini vegaloysn, tá tunnilin omanvert bygdina er lógarbunðin. Ert tu ikki bundin, at fylgja landsins lógum og tí, sum løgtingið hevur samtykt og eisini tí peningaupphædd, sum tað inniber? Hví vilt tú fyri ein hvønn prís hava ein veg? Hvørjir leikir eru farnir fram aftanfyri tjaldið?

Harra Landsstýrismaður
Kann tað hugsast, at tú aftanvert leiktjaldið langt siðani hevur framt leikir fyri júst ikki at eftirlíka leirvikingum og einum samdum Bygdarráð viðvíkjandi einum tunnili?

Harra Landstyrismaður
Er tað ikki júst tað, sum allatíðina hevur verið ætlanin. At draga málið ut og fáa "figgingina", og kanningarnar sum almennan rumbul og fjølmiðla rumbul?

Figgjarkanningar
Hvussu var tá Norðoyatunnilin varð samtyktur. Vórðu fíggjarviðurskiftini og neyvar kanningar gjørdar til eina 400-500 mió verkætlan. Nei, heldur enki alment rumbul og miðla rumbul
Hví henda útgreinaða kanningin um vegaføringina i Leirvik (tað er heilt upp a sitt plass við neyvum kanningum) men motivið ella taktikkurin kann vera nakað heilt annað, ikki so?

Nýggi Smyril
Av øllum hjarta mínum ynskti eg suðuroyingum nýggja stásiliga farið.
Varð ikki játta nýggja Smyli 65 mió eftir bert einari viku: Hví varð ikki tá ein kanning sett i verk? Hví varð ikki biðið um eykafigging til kanningar? Tá var einki alment rumbul, eingir miðlar á gosi.
Hví so nogv annarleiðis tá tað geldur Leirvik?

Harra Bjarni Djurholm
Ikki er tankin fjarður, at gita. Hví Landsverk og landstýrismaðurin ikki nágreiniliga hava lagt fram tilmæli samsvarandi lógarbundnu samtykt, og ongantíð hava nevnt orsøkina hví Leirvikar bygdarráð ikki kundu góðtaka fortreytirnar. Tað liggur heilt nær at gita og illgita!

Størsta vónbrotið
Óivað er tað ikki bert Landsstýrismaðurin einsamallur, sum telvar aftan fyri tjaldið.
Tað, sum ikki er hent i føroyskari politiskari søgu fyrr, er, at egni tingmaður bygdarinnar hevur við hond og fót arbeitt imóti áhugamali bygdarfólksins. "Ein luksustrupulleiki" Veit ikki um háttvirdi tingmaður hevur haft hvíta ella svarta fólkið.

Harra Bjarni Djurholm
Sigur um uppskot sítt til lógarbroytingar í rúsdrekkalogini, at "loftmiðlarnir hava fullkomiliga misskilt tað...." Sigur eisini: "Hetta (lógaruppskotið) framgongur tíanverri ikki nóg greitt í lógaruppskotinum.........." Kunnu vit Leirvikingar hava álit á landsstýrismanninum. Man ikki mangt vera bæði misskilt og ógreitt hja landstýrismanninum viðvikjandi vegaføringini i Leirvik?

Hin geniala loysnin
Lokrennan, sum bygdarráðið hevur samtykt, er og verður tann besta. Hon er loysnin nógv áratiggjur framyvir.

Hattvirdu Eysturoyðar tingmenn.
Tøkk eiga tit fyri stuðul tykkara á borgarafundfinum i Leirvik. Vónandi svíkja tit ikki hin 4. april, men lata orð og praksis ganga hond i hond.