Bókadeild Føroya Lærarafelags stendur fyri útgávunum av tveimum nýggjum upprunaføroyskum bókum. Talan er um bókina Apollonia eftir Edvard Fuglø, og Myrkaskrímsl, sum Rakel Helmsdal og onnur hava skrivað og myndprýtt í norðurlendskum samstarvi.
Vit vóru til hugnaligu framløguna í Sjónleikarhúsinum í gjár, har upplestur, sangur og frágreiðingar frá høvundunum vóru á skránni.
Eins og at Sjónleikarhúsið legði pall til framløgurnar, er húsið eisini karmur um vøkru bókina hjá Edvard Fuglø, Appolonia. Hetta er fyrstu fer vit upplivað hann bæði sum høvund og myndprýðara. Apollonia er ein gomul grá genta, sum arbeiðir í einum leikhúsi, har hon seymar og vælir um búnarnar hjá leikarunum. Ein dagin, hon er niðri í klædnagoymsluni, kann hon ikki lata vera við at lata seg í kjólan hjá Ofeliu úr leikinum Hamlet hjá Shakespeare, og knappliga er hon stødd í sjálvum leikinum.
Bókin er egnað til tey 8-10 ára gomlu, sum á hendan hátt fáa innlit í fleiri leikir hjá Shakespeare, umframt at upplivingarnar hjá Apolloniu eru sera spennandi.
Magiska eskjan
Edvard Fuglø greiddi frá, at hann hevði sína dagligu gongd í Sjóleikarhúsinum í sjeyti- og áttatiárunum, tá eitt annað slag av virksemi var í húsinum.
- Eg kom til Havnar og upplivdi hesi fólkini, sum als ikki vóru sum klaksvíkingarnir eg var vanur við: Oskar, Olivur, Kristinu og øll hini. Longu tá bleiv eg sera hugtikin av umhvørvinum í Sjónleikarhúsinum – av magiini, sálini og lívinum. Sjónleikarhúsið er sum ein eskja, sum man kann lata upp, og so kemur alt lívið úr. Tað var hiðani íblásturin kom til søguna um gomlu gentuna, sum er ein av mongu figurunum, sum liva í krókunum í einum leikhúsi, segði Edvard Fuglø
Bestu vinir
Bókin Myrkaskrýmsl varð hin bókin, sum var løgd fram í gjár. Hon er triðja bókin í væl umtóktu røðini av bókum um tey bæði skrímslini, Lítla skrímsl og Stóra skrímsl. Hesaferð er Lítla skrímsl einsamallur heima og ræðuliga bangin, tí hann hoyrir undarlig ljóð allastaðni. Men til alla lukku kemur Stóra skrímsl at vitja, og hann torir alt og er so djarvur. Men so hoyra teir eitt ordans brak uttanfyri…
Bókin er eitt samstarv millum svian Kalle Güettler og íslendingin Áslaug Jónsdóttur, sum hevur myndprýtt allar tríggjar bøkurnar. Myrkaskrímsl er egnað til børn frá 3 til 7 ár.
Essentiellir spurningar
Rakel Helmsdal greiddi frá, at tað serliga við bókunum er, at søgurnar um skrímslini taka upp essentiellar spurningar og trupulleikar, sum øll fólk dragast við, so sum at duga at siga frá og um myrkaræðslu. Ætlandi kemur enn ein bók út næstu jól, meðan tríggjar aðrar eru á hugskotsstøðinum enn.
- Vit trý, sum samstarva um bøkurnar, møtast av og á. Annars fer samstarvið fram via mail, og tað er forbankað nógv stuttligari enn at sita í hvør sínum króki við hvør sínari verkætlan, segði Rakel Helmsdal, sum heldur hendan arbeiðshátt verða nógv strævnari, men eisini nógv stuttligari.
Bøkurnar frá Bókadeildini eru at fáa í bókabúðunum nú, og kosta ávikavist 130 og 110 krónur.
--
Myndatektur:
Tey bæði Edvard Fuglø og Rakel Helmsdal, við hvør sínari nýggjari bókaútgávu.










