Leikbannið hjá Coloccini verður strikað

Fabricio Coloccini sleppur undan leikbanninum hann upprunaliga fekk í dysti ímóti Sunderland

Newcastle hevur fingið viðhald í kæruni, sum enska Premier League felagið hevði um tað reyða kortið, Fabricio Coloccini fekk í dysti fyri Newcastle ímóti grannaliðnum, Sunderland.

 

Miðverjan fekk reyða kortið, aftaná, at hann sambært dómaranum hevði felt Steven Fletcher hjá Sunderland. Fabricio Coloccini fekk reyða kortið, Sunderland fekk brotsspark, legði seg á odda 1-0, og vann síðani dystin 3-0. 

 

Høvuðsvenjarin hjá Newcastle, Steve McClaren var alt annað enn nøgdur við dómaran, og segði aftaná dystin, at talan var um eina láturliga avgerð, og talan var als ikki um brotsspark. 

 

Newcastle kærdi leikbannið Fabricio Coloccini fekk, og fekk viðhald, so nú kann Fabricio Coloccini tørna út fyri Newcastle komandi vikuskifti, tá Newcastle spælir ímóti Stoke.