Leikbannaðir miðverjar

Í fyrruhálvfinaluni í Fuglafirði vann Víkingur 2-1 og hevur sostatt bestu kortini á hondini. Men bara nakrar fáar dagar seinni brustu liðini saman í Gøtu í landskappingini og tá vann ÍF 3-1

Í dystinum ímóti NSÍ fyri meira eini viku síðan, fekk ÍF tvey reyð kort og tað merkir at hvørki Poul ella Kaj Ennigarð kunnu verða við í seinnu hálvfinaluni. Teir báðir hava annars mannað miðverjuna hjá ÍF í ár.

– Vit fara so at spæla við miðverjum, tað liggur fast, men akkurát hvør tað verður tað er ikki greitt enn. Vit fara at hava eina sterka miðverju til dystin, tað eri eg vísur í at vit klára, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF.

Í Gøtu eru tey greið yvir, at ÍF kann bíta frá sær.

– Eg eri spentur, men samstundis eitt sindur stúrin, tí vit blivu hólvaðir av í Gøtu seinast vit spældu ímóti teimum. Tí mugu vit vera klárir til dystin, um vit ætla okkum til finaluna, sigur landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Atli Gregersen.

I Fuglafirði hava tey góðar vónir um at síggja ÍF í finaluni.

– Eg trúgvi 100% uppá vit kunnu koma í finaluna. Um vit gera tað, ið vit skulu, so vinna vit dystin, sigur Ábraham Løkin, sum eisini fegnast um at Nenad Saric er tøkur aftur eftir skaða.

Tað er ikki bara í Fuglafirði, at tey hava leikbannaðar miðverjar.

– Niclas Niclassen er leikbannaður, meðan Hans Jørgin Djurhuus er byrjaður at venja aftur. Eg og Súni Olsen hava verið við landsliðnum, men vit eru báðir væl fyri og klárir at dystast um finaluplássið á Summarfestivalinum. Vit ætla at prógva, at tað ikki var av tilvild, at vit vunnu steypakappingina í fjør, sigur Atli Gregersen.

Dysturin í Gøtu byrjar klokkan 18.30.