Leikbann og bót til Víking

Tá dómarin brísklaði fyri seinastu ferð í dystinum millum Víking og B68, fegnaðist Jann Ingi Petersen hjá B68 um sigurin, men hann var sparkaður um koll. Fyrst royndi Atli Gregersen at sparka hann, men rakti ikki. Tað gjørdi Hans Jørgen Djurhuus hinvegin, og Jann Ingi Petersen fór og sendandi eftir vøllinum.

 

Nú hevur Aganevndin hjá FSF viðgjørt málið út frá videoupptøkum hjá Kringvarpinum. Niðurstøðan er, at Atli Gregersen fær ein dyst leikbann fyri royndina at sparka Jann Ingan Petersen, og Hans Jørgen Djurhuus fær 2 dystir leikbann fyri sítt spark.

 

Harafturat fær Víkingur 3.000 krónur í bót fyri tilburðin.