Leikbann og bót til áleypara hjá United

Premier League: Tú skal ansa eftir hvat tú deilir á sosialu miðlunum. Tað kann kosta leikbann og bót

Edinson Cavan hevur fingið leikbann í tríggjar dystir, og skal rinda eina bót upp á beint yvir 800 túsund krónur, fyri at hava deilt eitt uppslag, har hann skrivaði "gracias negrito". Tað kann tulkast sum at hava rasistiskar undirtónar.

33 ára gamli áleyparin úr Uruguay deildi eitt uppslag frá einum fjeppara, eftir at Manchester United vann 3-2 á Southampton fyrr í ár. Edinson Cavani skoraði tvey mál í dystinum, har í millum tað avgerandi málið til 3-2.

Áleyparin bað um umbering, so skjótt hann hevði fingið greitt frá, at hetta kann tulkast sum at hava rasistiskar undirtónar í hesum partinum av heiminum. Hóast hetta, so hevur kappingarnevndin givið honum leikbann í tríggjar dystir og eina bót á beint yvir 800 túsund krónur. Hann skal nú sita yvir móti Aston Villa, Manchester City og Watford, sum eru teir komandi dystirnir hjá Manchester United.

Tað hevur verið stórur áhugi fyri sakini, tí fyri nøkrum árum síðani kom landsmaður Edinson Cavani, Luis Suarez, eisini í trupulleikar, tá hann skuldi hava brúkt orðið “negro”, ið einum tvídrátti við Patrice Evra hjá Manchester United. Hann fekk leikbann í átta dystir.