Enska Fótbóltssambandið hevur givið áleyparanum hjá Fulham, Aleksandar Mitrovic, leikbann í átta dystir, fyri at skumpa dóamran Chris Kavanagh í FA Cup dystinum móti Manchester United á Old Trafford.
Serbiski áleyparin bleiv í øðini, tá Chris Kavanagh hevði verið á ein túr og hugt í VAR-skremin og endaði við at geva reytt kort til Willian og brotsspark til Manchester United í fjórðingsfinaluni í FA Cup.
Hann hevur eisini fingið eina bót, sum svarar til 638 túsund krónur fyri sín atburð í 3-1 ósigrinum. 28 ára gamli áleyparin sat yvir móti Bournemouth um vikuskiftið og tí eru sjey dystir eftir av leikbanninum.
Eisini venjarin hjá Fulham, Marco Silva, hevur fingið bann í samband við hendingina. Hann hevur fingið venjarabann í tveir dystir og tvær bøtur á 170 túsund krónur. Eina fyri atburðin á vøllunum og eina fyri kritikkin í fjølmiðlunum aftaná.
Omaná tað heila, so skal Fulham eisini rinda eina bót á 340 túsund krónur, tí felagið ikki megnaði at hava tamarhald á spælarunum í dystinum.