Útvísingar
Hjá ávíkavist HB og B36 bíða tey í hesum døgum í spenningi eftir, hvørja avgerð kappingarnevndin hjá FSF fer at koma til, tá teir í næstum skulu viðgera tvær útvísingar.
Talan er um tey bæði reyðu kortini, sum John Petersen og Jóhannis Joensen fingu í dystunum móti avíkavist FS Vágum og NSÍ.
Frágreiðingarnar fyri útvísingarnar eru ikki tøkar hjá almenninginum, men sum skilst á lagnum, so hava dómararnir í báðum førum mett brotini hjá leikarunum somikið álvarslig, at talan í ringasta føri kann gerast um fleiri daga leikbann til leikararnar.
Ongar viðmerkingar
Bæði í B36 og HB vátta tey, at Fótbóltssambandið hevur biðið um viðmerkingar til hendingarnar, men felags fyri feløgini er eisini, at tey annars ikki hava hug til at gera nakrar serliga viðmerkingar.
- Vit kunnu vátta, at vit hava fingið skriv frá FSF viðvíkjandi hendingini, og vit hava eisini sent svarskriv inn, so málið kann verða viðgjørt av kappingarnevndini. Annars hava vit ongar viðmerkingar til málið, meðan hetta verður viðgjørt, er einsljóðandi svarið frá Kristian á Neystabø úr B36 og Steinfinni Mittelstein úr HB.
Sum skilst á lagnum fer kappingarnevndin at viðgera málini í komandi viku.