Leikarin hevur tað eftir umstøðunum gott

Ungi leikarin, sum small um undir dysti millum U16 liðini hjá KÍ og 07 Vestur í dag, hevur tað eftir umstøðunum gott.

Ungi leikarin, sum small um undir dysti millum U16 liðini hjá KÍ og 07 Vestur í dag, hevur tað eftir umstøðunum gott.

 

Tað sigur nevndin í 07 Vestur í kvøld.


Lesið eisini: Ungur leikari small um undir dysti í Djúpumýru

 

– Eftir dramatisku hendingina í Klaksvík í dag hevur nevndin í 07 Vestur havt samband við familjuna hjá U16 leikaranum, ið upplýsti, at leikarin eftir umstøðunum hevur tað gott, sigur nevndin í 07 Vestur í fráboðanini.

 

Leikarin er innlagdur á Landssúkrahúsinum til nærri kanningar. Enn ber tó ikki til at siga, hvør orsøkin var til tilburðin.

 

– 07 Vestur vil takka liðleiðarunum hjá 07 Vestur, ið bóru seg so skjótt at og veittu fyrstuhjálp á staðnum, eins og ein stór tøkk verður send norður til Klaksvíkar fyri teirra skjótu og munagóðu hjálp, bæði undir sjálvum tilburðinum og ikki minst eftirfylgjandi fyri sálarliga fyrstuhjálp og mat, sigur felagið.

 

– Hóast fótbólturin hevur stóran týdning hjá fleiri av okkum, so missir fótbólturin sín týdning í løtum, sum hesari í dag. Tankar og bønir okkara eru hjá U16 leikarunum og familju hansara, við ynski um skjótan og góðan bata, sigur nevndin í fráboðanini til miðlarnar í kvøld.