<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Vit eru á rættari leið
Hjálparvenjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, stóð á odda fyri VÍF henda dagin, tí Dia Midjord var burturstaddur. Ingi var sum heild væl nøgdur við úrslitið, og helt, at liðið nú er á rættari kós.
- Eg eri sum heild væl nøgdur við úrslitið. Vit hava altíð havt stórar trupulleikar her inni á Skála, og tí eri eg fegin um at hava fingið ein javnleik her. Sjálvt um Marian í StÍF-málinum gevur okkum stórar trupulleikar, so megna vit at sleppa aftur til Vestmanna við eina stiginum.Hetta haldi eg vera stórt fet rætta vegin, og eg vóni at liðið fer at blíva við at kempa sum í dag.
- <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fyrri hálvleikur kostar
Jakob Jónsson, venjarin hjá StÍF, er ikki heilt nøgdur við dystin. Hann heldur, at StÍF skal avgera dystin í fyrra hálvleiki.
- Eg eri ikki heilt nøgdur við javnleikin. Í fyrra hálvleiki føra vit við seks málum, og hetta skulu vit klára at halda. Her branna vit ov illa, og tað megna vestmenningar at gera sær dælt av. Í pørtum av dystinum eru vit eisini ov ótolnir og skjóta ov tíðliga, tá vit eru komnir í álop. Annars eri eg sera væl nøgdur við verjuna og Marian í málinum, so nú mugu vit bara stríðast víðari.











