Anna Hansen er mamma Einar, sum er ein av høvuðsstuðlunum á formula-liðnum hjá NSÍ og er nýggjur í landsliðshøpi. Hon sigur, at hóast fleiri av NSÍ-leikararunum júst hava leikt landsdyst, gleða teir seg rættiliga til dystin sunnudagin á heimavølli móti VB/Sumba. – Ikki tí, at teir halda, at hetta er ein avgreiðsluspurningur, sum eingin dystur í bestu deildini er, men tí, at spæligleðin veruliga er í hæddini. Sjálvandi vænti eg, at vit vinna, og vit vilja ógvuliga gjarna fáa FM-heitið avgreitt í hesum dystinum. Alt annað enn ein sigur kann ikki brúkast. Men man veit jú ongantíð. Anna sigur, at hon gleðir seg nógv til dystin, og tað verður ikki veðrið, ið forðar henni. – Eri eg ikki við fótbóltsvøllin sunnudagin, er tað heilt avgjørt tí, at eg eri sjúk, leggur hon aftrat. (-vilmund)