Kiev, Ukraina: Eitt stórtap er ikki so at rista av sær. Heldur ikki tá talan er um liðið, sum liggur nummar 190 á styrkilistanum hjá FIFA og mótstøðuliðið spældi seg í seinastu HM-finaluna. Tískil var tað eisini hetta, prátið við landsliðsvenjaran í stóran mun kom snúgva seg um, tá hann var liðugur at venja sínar leikarar.
– Hetta er heilt víst ikki nakað, vit bara feia av borðinum eftir einum degi. Sjálvandi merkir tað hópin, men spælararnir gleða seg nú at koma á vøllin mikukvøldið, segði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Beint eftir dystin leygardagin viðgekk Jógvan Martin Olsen, at stóra tapið var ein beiskur biti at svølgja. Tað er tað uttan iva framvegis, men landsliðsvenjarin hevur nú sæð dystin aftur á video og gjørt sær nakrar nýggjar tankar.
– Eg helt avrikið leygardagin var øgiliga vánaligt. Tað var kenslan, eg stóð við. Men eftir at hava sæð dystin aftur síggi eg, at trý av teirra málum eru sokallað “lucky-punch”, og at vit í veruleikanum ikki áttu at tapt so nógv, vísir Jógvan Martin Olsen á og nevnir síðani stóru kjansirnar hjá Christian Lamhauge Holst, Jón Róa Jacobsen og Símun Samuelsen, har teir ikki høvdu tað hepni, sum franskmenninir høvdu við sær.
– Hetta eru sovorðin mál, tú ikki kanst lasta leikararnar fyri, sigur Jógvan Martin Olsen, sum eisini tekur sín part av ábyrgdini fyri stóra tapinum:
– Eg taki mín part av ábyrgdini og vit tapa sum eitt lið, slær Jógvan Martin Olsen fast.
Fyri at umganga eitt líknandi stórtap í annaðkvøld, skulu menn vera munandi aggresivir í defensiva spælinum, heldur Jógvan Martin Olsen.
Invisteraðu ikki nóg mikið
Hann rósar eisini leikarunum fyri góðu taktirnar fram eftir vøllinum, sum komu til sjóndar viðhvørt.
– Offensivt var tað gott. Vit tora at spæla og skapa eisini nakrar kjansir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum tú ikki avvísir broytingar á fremstu plássunum.
Tá hetta er sagt, leggur Jógvan Martin dent á, at tað framvegis ikki var nóg gott, tað ið liðið vísti móti fraklendingum.
– Vit mangla at invistera í nærdystum, vinna ikki nóg mikið av leysu bóltunum og tað eru nógvir, sum ikki raka dagsformin, heldur landsliðsvenjarin, sum eisini rósar franska liðnum:
– Teir raka dagin og tað var fantastiskt at síggja hasar leikararnar. Hatta er eftir mínum tykki eitt tað besta, vit hava møtt, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.