Leikarar og venjarar siga løn frá sær

- Vónandi verður hetta korona-tíðarskeiðið ikki ov langdrigið, soleiðis at bólturin aftur kann fara á rull.

 

Í Betri-hópinum hjá ÍF hava menninir arbeitt hart til tess at gerast klárir til kappingarbyrjan, sum skuldi verða fyri tveimum vikum síðan.

- Men, vegna korona-farsóttina er enn ógreitt, nær hetta verður. Farsóttin ávirkar gerandisdagin hjá okkum øllum. Tískil halda vit leikarar forminum við líka við sjálvvenjingum fyribils.

Soleiðis skrivar Jan Ólavsson Ellingsgaard á Facebook-síðuni hjá ÍF fjepparum, og hann leggur aftrat, at leikararnir eru sera góðir við sítt felag, ÍF.

- Tí hava vit leikarar og venjarar sjálvir tikið stig til at frásiga okkum okkara part av lønunum í mars, og vit hava boðað nevndini í ÍF frá hesum í dag.

Jan Ólavsson Ellingsgaard leggur aftrat, at tíbetur vísir tað seg, at fólk standa sera væl saman í tíðum sum hesum.

- Vónandi verður hetta korona-tíðarskeiðið ikki ov langdrigið, soleiðis at vit kunnu koma í okkara vanligu gerandisrútmu aftur, og bólturin aftur kann fara á rull, leggur hann aftrat.