Leikaraloyvið er nú í 07 Vestur

Tór-Ingar Akselsen gjørdi í vetur avtalu við nýggja samansetta felagið 07 Vestur, sum er galdandi fyri komandi kappingarár. Leikaraloyvið var tó ongantíð flutt úr HB, har sum hann hevur leikt seinastu árini, og tá flytingarvindeygað lat aftur tann 22. februar var hann framvegis skrásettur í høvuðsstaðarfelagnum. Misskiljing hevur verið millum umsitarnar, tí Tór-Ingar Akselsen fyrst skrivaði sáttmála við FS Vágar 2004, áðrenn at felagið legði saman við SÍ.

Fótbóltssambandið metir støðuna vera serstaka, og hevur givið Tór-Ingari Akselsyni undantaksloyvi. Tískil eru viðurskiftini nú komin í rættlag.

- Grundgevingarnar eru, at leikarasáttmálin er innsendur í november 2007 í upprunaliga felagnum, og í januar 2008 í samanlagda felagnum. Misskiljing millum feløgini var orsøkin til, at umbønin um flytan av leikaraloyvi ikki var innsend rættstundis, skrivar FSF á heimasíðu sínari.