Leikandi lættur sigur

Dysturin var móti Jersey, sum eisini varð mett sum veikasta liðið í bólkinum. Hartil er Áland eisini partur av bólkinum, og tann dysturin verður roknaður sum lykladystur hjá okkara monnum.

Kappingin er nevnliga umskipað nú, soleiðis at spælt verður í trimum bólkum, har tveir teirra hava fýra lið, meðan okkara bólkur hevur trý lið. Átta lið koma síðani í eitt endaspæl, sum er skipað eftir cup-leistinum. Og einans við at enda sum vinnari av okkara bólki slepst undan at hitta favorittarnar úr Saaremaa, áðrenn hetta møguliga hendir í eini finalu.

Dysturin hjá Føroyum móti Álandi verður spældir týsdagin.