Leikandi lætt hjá Kyndli

Hoyvíkingar tykjast fullkomuliga at hava mist luftina, og mikukvøldið kundi talan verið um satt sorl, hevði Kyndil ómakað sær eitt lítið sindur

Manshondbóltur

Grannauppgerð var í ítróttahøllin á Hálsi mikukvøldið, tá H71 vitjaði Kyndil.
Mangan hava dystirnir millum hesi liðini verið ein sonn ímynd av lokaluppgerðum, har leikarar hava ofrað seg fult og heilt í royndunum at knógva hvørjum øðrum.
Men so var ikki mikukvøldið. Langt ífrá.

Lætt spæl
Frá fyrsta bríksli var nevnliga greitt, at her fór talan at gerast um greiðan Kyndils-sigur. Ikki endliga tí at teri grønu vístu so øgiliga nógv, men heldur tí hoyvíkingar vístu so ræðuliga lítið. Ikki so mikið sum stríðsviljin, ið annars ofta hevur eyðkent liðið, var at síggja. Tað tóktist ikki, sum um nakar av leikarunum vildi nakað, og spælið var av slíkum óskipaðum slag, at teir heldur ikki megnaðu nakað.
Og hetta gjørdi Kyndil sær dælt av. Eina mest tí liðið er samansett av somikið sterkum individualistum. Óskipaða hoyvíksverjan gav gott rásarúm til hesar, og hóast Levi Nybo hevði fleiri góðar bjargingar, so fekk hann ikki gjørt stórvegis til tess at bjarga liðnum nakað sum helst.

Eftir vild
Sum dysturin leið, so tóktist størsti áhugin í høllini at snúgva seg um, hvussu mundi gangast á Skála og í Vestmanna, har ávíkavist StÍF og VÍF bæði vóru aftan fyri eina løtu. Helst mundu leikararnir hjá Kyndli eisini hava hetta í huga, og í øllum førum fóru teir heilt niður á sama gear sum hoyvíkingarnir í senna hálvleiki.
Eitt langt skifti sluppu hoyvíkingar eisini at minka um munin, og hjá nøkrum hómaðist kanska ein vón um stig, tá teir eftir níggju minuttum høvdu minkað úr 26-12 til 27-21, men so gekk tað heldur ikki longur. Fyri líka sum at seta alt upp á pláss, skifti Kyndil aftur gear, og var leyst og liðugt.

Dýrir stigamissir
Meðan greiða tapið - og hátturin hetta kom uppá ? helst avspeglar støðuna hjá H71, nú teir mest sum einki hava at spæla fyri, so man støðan kennast nakað øðrvísi hjá Kyndli. Einki er at ivast í, at bæði leikarar og viðhaldsfólk kunnu vera fegin um góðu úrslitini í endaspælinum, men hinvegin munnu tey samstundis iðra seg um grundspælið.
Her tapti Kyndil fleiri stig av slagnum, sum vanliga verða rópt óneyðug, og hesi kunnu helst vísa seg at gerast dýr. Men hinvegin, so er gull í steypakapping og eitt heiðursmerki í landskappingini nokk ikki at forkasta. Og slettis ikki, soleiðis sum tað annars sá út hjá Kyndli fyri bara trimum mánaðum síðani.

Dysturin í tølum
Kyndil-H71 35-23 (17-6)
Málskjúttar:
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8(3), Finnur Hansson 7, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Høgni Klein 5, Josef Abrahamsen 4, Ken Zachariasen 2, Rúni Mohr 1(1), Leif Mikkelsen 1, Jacob Jónsson 1
H71: Niels Viggo Niclasen 10(1), Johnny durhuus 5, Halgir Dahl Olesen 4, Uni Wardum 2, Kristian Eli Zachariasen 1, Brandur Johannesen 1
Brotskøst: Kyndil 6, H71 3
Útvísingar: Kyndil 3, H71 5
Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldri: Hartvig Joensen og Kári Hansen. Høvdu ikki stórvegis at gera.