Leikalund hevur í longri tíð havt ætlanir um at víðka um virksemið í handlinum. Tískil fara tey nú at selja ymisk sløg av kaffi, te, kakao og okkurt lætt afturvið, sum kann njótast í hugnaliga umhvørvinum í gamla handlinum úti í Klaksvík.
Bókakaféir eru eitt vanligt fyribrigdi í øðrum londum, og er hetta hugtak nú eisini komið til Klaksvíkar. Nú kunnu fólk koma inn og njóta bøkur og tónleik á ein øðrvísi hátt. Tú kanst geva tær góðar stundir at hyggja eftir bókum, lurta eftir tónleiki, og samstundis njóta ein góðan kaffimunn og fáa eitt gott prát.
Bókakaféin er opin somu tíðir, sum handilin er opin, men sum nakað nýtt víðkar Leikalund nú eisini um upplatingartíðirnar:
Mán. - mik. Sum vanligt 10.00 - 17.30
Hós.-leyg. 10.00 ? 23.00
Sun. 15.00 ? 23.00