Leikaland í Klaksvík

Lagt er upp til sanna barna- og familjustevnu við undirhaldi og festivalrómi í Klaksvík leygardagin 31. mai. Tá fer Skúlin á Ziskatrøð at líkjast einum stuttleikagarði, har øll eru vælkomin at uppliva eitt spennandi og festligt barnaríkið við livandi tónleiki, gykli og góðum undirhaldi.

 

Í leikalandinum verður føroyskur djóragarður, livandi fiskar, ævintýrheimur við stórum hugadýrum, hoppuborgir, spælihús og leikur, klatriveggur, klovnar, sølubúðir, fiskibrunnur og tombola. Í fimleikahøllunum verður skipað fyri sjórænaraspæli og skattajakt og nakrar av skúlastovunum verða brúktar sum matstovur, teknistovur, barnabio og barnadiskotek. Eisini verða bóltbólt og kappingar. Framførslurnar á pallinum verða millum annað við Trøllapæturi, barnabólkinum 25 oyrum, karoki og Hallur Joensen.

 

Stuttleikagarðurin letur upp klokkan 10 leygamorgunin og opið er til út á kvøldið. Kostnaðurin er 80 krónur og vaksin sleppa fyri hálvan prís. Í prísinum er alt undirhald, spæl og aktivtetir íroknað. Tiltakið er ætlað smáum og stórum, sum vilja fáa ein stuttligan og ríkan dag saman. Leikalandið er stuðlað av Silva og Trygd og verður fyriskipað av foreldrum og lærarum í samband við námsferð hjá skúlabørnum. Stuttleikagarðurin á Ziskatrøð er eisini ein heilsan og áminning til Klaksvíkar Býráð á 100 ára degnum, um at býurin eisini í framtíðini skal barnavinarligur, festligur og hugnaligur at bugva í.