Jórun Ellefsen, serlærari á Sernámsdeplinum sigur, at leikahugskotsavnið er eitt stað, har møguleiki er at læna leikur til menningartarnaði børn og børn við serligum tørvi.
Foreldur, stuðlar og onnur fakfólk kunnu koma til depilin og síggja og royna ymsar leikur, fyri at vita, um tað er tað rætta til teirra barn.
Eisini hava tey á Sernámsdeplinum roynt at savna lesi tilfar saman, sum tey so kunnu vísa á. Hetta tilfar er alt eitthvørt, sum hevur við sernámsøkið at gera.
Tað eru tvær, sum taka sær av hesum. Jórun Ellefsen, serlærari og Augusta Mikkelsen, fysioterapeutur.
Jórun sigur, at leikahugsotsavnið snýr seg í stuttum um hjálpiamboð til spæl ella skriving og annað tílíkt. Eisini hava tey tekniska útgerð. Til dømis um tað er so at eitt barn ikki kann nýta eina teldu uttan eina ávísa kontakt, so hevur leikahugskotsavnið eisini tað. Men tað verður ikki lænt út, tí tað er sera kostnaðarmikil útgerð. Men her hava foreldur og onnur møguleika til at royna tað, so kunna tey finna útav, um tað er tað rætta.