Leikadagur ?98 sum verður nú mánadagin 3. mai, fer í ár at samla leika inn til børn í flóttalegum, og tí verður leikaði í ár latið Kosovo-Rumenia hjálpini.
Elin K. Mouritsen, sum stendur fyri tiltakinum, hevur sett seg í samband við Birgir Andreasen, ið hevur játtað, at Kosovo-Rumenia hjálpin skal fáa leikaði fram til børnini.
Innsavningin verður mánadagin 3. mai 1999 frá kl. 13.00 til 18.00 uttan fyri IDE-møblar á Hálsi, har ein bigja stendur til endamálið. Elin saman við øðrum takur ímóti leikanum.
Í fjør vórðu innkomna leikaði latið Reyða Krossi, sum sendi tað víðari til Filipsoyggjarnar og Rumenia.
Elin letur heilsa, at hon takkar øllum teimum, sum í fjør vóru við til at gera leikadagin ?98 so væl eydnaðan, og hon vónar, at undirtøkan verður eins stór í ár sum síðsta ár.