Tann 1. september varð nýggj leigulóg sett í gildi fyri Føroyar, sum fevnir um allar leigarar og útleigarar av bústøðum, og nú hevur leigunevndin fingið sær nýggja heimasíðu, sum skal vegleiða. viðskiftafólkum. -Við heimasíðuni www.leigunevndin.fo verður tað ein fyrimunur at fáa standard leigusáttmálan og innflytingarfrágreiðingina beinleiðis á netinum, og til ber at útfylla, goyma og útskriva hesa beinleiðis. Eisini er vegleiðing til standard leigusáttmálan. Til ber eisini at kæra beinleiðis á heimasíðuni, sigur leigunevndin í tíðindaskrivi í morgun.