Leigu- og eldraíbúðir

Alsamt størri og størri eftirspurningur er eftir leigu- og eldraíbúðum her í kommununi.

Leivur Hansen

borgarstjóri



Í hesum sambandi er hugaligt at kunna staðfesta, at á báðum økjum eru ítøkilig stig tikin til tess at skapa møguleikar fyri tílíkum íbúðum.

Eftir sera tungan burð, er kommunan nú umsíðir farin í samstarv við Íbúðargrunnin hjá Húsalánsgrunninum við tí fyri eyga at stovna sjálvsognarstovn, ið skal byggja og reka leiguíbúðir á Berjabrekku.

Talan er um eina ætlan, ið fevnir um 60 íbúðir, sum skal fremjast í trimum byggistigum við 20 í hvørjum.

Miðað verður eftir at bjóða arbeiðið út næsta summar, soleiðis at tær fyrstu íbúðirnar kunnu takast í brúk í 2002.

Á eldraíbúðarøkinum er ein sjálvsognarstovnur, sum Íbúðagrunnurin eigur, í ferð við at umbyggja húsini hjá Zachariasi á Skipafelagnum, undir Pisuvarða, til fimm íbúðir.

Harumframt hava Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin ognað sær onnur lendi í kommununi til fleiri leigu- og lutafelagsíbúðir. Td. eina trøð við Dalavegin og seks raðhúsagrundir úti í Mattalág, sum í fleiri ár hava staðið í hálvum gekki og verið til ampa fyri grannalagið har úti.

Ætlanin er ikki, at grunnarnir sum so skulu eiga og standa fyri byggingini av hesum íbúðum, men at búfelagsskapir við egnum viðtøkum skulu setast á stovn at eiga og reka íbúðirnar.

Hesum tiltøkum hjá Húsalánsgrunninum kunnu vit í býráðnum ikki annað enn heilsa vælkomnum.

Onkur býráðslimur hevur í valgrein havt lyndi til at geva Húsalánsgrunninum ábyrgdina av, at onki enn hevur spurst burturúr ætlaðu eldraíbúðarbyggingini á Skálatrøð.

Hetta er heilt burturvið.

Húsalánsgrunnurin var tvørturímóti til reiðar at fara undir hesa ætlanina saman við kommununi við smávegis broytingum.

Men mongu eykakrøvini, ið komu á borðið undir nevndarviðgerðini av málinum (sum m.a. vóru grundað á parkeringsviðurskiftini), gjørdu, at Húsalánsgrunnurin tá samanum kom ikki helt seg til at luttaka í ætlanini.

Vit býráðslimir eiga tí at taka í egnan barm í hesum máli og ásanna, at ábyrgdin fyrst og fremst liggur hjá okkum sjálvum.

Persónliga havi eg ongar vónir um longur, at komið verður stórt víðari við hesum málinum á hesum sinni.

Hetta er sjálvandi stórt spell fyri tey mongu eldru, ið nú av álvara vóru farin at gleða seg og síggja fram til, at okkurt umsíðir fór at henda við hesari nú eftirhondini 10 ára gomlu ætlan.

Tey noyðast nú ístaðin at líta á, at komandi býráð hevur størri hegni og vilja enn sitandi býráð til at fáa eina endaliga loysn á Skálatraðarprojektinum.