Leiguíbúðir til fólkið

Bjarni Djurholm vildi í sjónvarpssendingini »Søgn og mótsøgn« vera við, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at byggja leiguíbúðir til fólkið ikki hongur saman.

Sum lovað, fær Djurholm her roknistykkið:
Hvør leiguíbúð á 60 m2 kostar umleið 1.3 mió. kr. at byggja. Av tí, at Húsalánsgrunnurin eigur pengarnar, skal grunnurin ikki rinda rentur og avdrøg av íløgunum. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu leigan skal ásetast. Íløgan hjá Húsalánsgrunninum skal geva eitt avkast á 3 prosent, sum er áleið sama renta, sum grunnurin tekur í løtuni. 3 prosent av 1,3 mió. er 39.000 árliga. Sambært Landsverk er neyðugt at seta umleið 150 krónur pr. m2 av til viðlíkahald árliga, ella 9.000 kr. árliga. Hetta gevur 48.000 krónur árliga, ella 4.000 kr. í leigu um mánaðin. Haraftrat eitt lítið umsitingargjald á kanska 100 krónur um mánaðin.