Leygarkvøldið bleiv løgreglan í Havn boðsend í sambandi við húsaófrið. Tað vísti seg, at talan var um tveir partar, har annar var útleigari og hin var leigari undir somu lon. Tað eydnaðist tó løgregluni at tosa partarnar til sættis á staðnum, og meiri verður ikki gjørt við málið, upplýsir vakthavandi.