Leigunevndin hevur i? farna ári gjørt Almannara?ðið vart við, at nevndin ikki a?leggur dagbøtur, um u?tleigari ikki endurrindar depositum sambært avgerð leigunevndarinnar.
Nevndin, sum herfyri læt Almannaráðnum sína ársfrágreiðing, sigur, at heimildin í leigulógini er ikki nóg greið.
Sambært leigulógini skal leigumál latast aftur í sama standi, sum tá innflutt varð, burtursæð frá vanligum sliti og elli.
Men leigunevndin heldur ikki, at lógin í mun til afturrindan av depositum gevur leigarum nóg góða vernd fyri rættindum teirra.
- Vit hava fyrr gjørt vart við hetta, og hava vit frá Almannamálaráðnum í desember 2012 móttikið lógaruppskot til hoyringar. Her verður skotið upp, at depositum verður at rinda á eina deponeringskonto. Leigunevndin hevur latið Almannama?lara?ðnum hoyringssvar um hesi viðurskifti fyrst i? 2013.
Leigunevndin heldur seg tískil ikki kunna áleggja dagbøtur, soleiðis sum lógin í løtuni er orðað.
- Um hetta skal gerast, er neyðugt við greiðari heimild enn henni, sum er í lógini í dag, sigur formaðurin í leigunevndini, Andrass Holm Arge.
Í hesum árinum hevur leigunevndin annars fingið fleiri fyrispurningar frá útleigarum um, hvussu teir skulu bera seg at, nú alt fleiri leigarar eftir øllum at døma ikki megna at rinda fyri leigu.
- Vit hava ikki fingið so nógvar fyrispurningar um hesi viðurskifti áður, sum vit hava fingið higartil í ár, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini.