Í summar valdi vinstri bakkurin hjá Southampton, Luke Shaw, at flyta úr Southampton til Manchester, har United hevði tryggjað sær undirskriftina hjá 19 ára gamla stórtalentinum.
Honum tørvaði nýggjan bústað, og nú hevur hann loksins funnið júst tað húsið, hann leitaði eftir. Húsið, sum ein av hansara fyrimyndum, Cristiano Ronaldo, eigur.
Luksushúsið, sum er í Chesire stutt uttanfyri Manchester, hevur virði áljóðandi 37 milliónir danskar krónur, og Luke Shaw leigar tað fyri góðar 66.000 krónur um mánaðin, skrivar enska blaðið Independent.
Ronaldo royndi at selja húsið eftir at hann flutti til Madrid í 2009. Tað eydnaðist tó ikki at finna rætta keyparan, og tískil hevur Ronaldo gjørt av at leiga tað út.
Luke Shaw hevur annars ikki fingið ynsktu byrjanina í Manchester United, har skaðar og aðrar umstøður hava gjørt, at hann higartil einans hevur spælt sjey dystir fyri felagið.