Tað er ikki nýtt í Hvalbiar kommunu, at jarðarstykkir hjá kommununi verða leigaði út til at heysta. Soleiðis hevur verið gjørt í fleiri ár, og soleiðis er aftur í ár.
Hvalbiar kommuna lýsir í dag við, at tvey jarðarstykki kunnu leigast til at heysta - men ikki til bit. Tað merkir, at hetta er bøur, sum kann sláast.
Umrøddu jarðarstykki liggja í Sondunum (1.737 fermetrar) og í Støðlunum (2.529 fermetrar).
Kommunan vísir á, at jarðarstykkini verða latin hægstbjóðandi, og minsti prísur fyri hvørt jarðarstykki er 500 krónur. Tilboð skulu verða kommununi í hendi innan mánadagin, 3. juli í ár.
Í Hvalbiar kommunu siga tey, at stykkini, sum í hesum føri liggja í høgligum lendi, skulu bjóðast alment út, soleiðis at øll hava sama møguleika at bjóða seg fram.
- Tað er ikki vanligt, at leiguprísurin er serliga høgur, og tað er neyvan hugsandi, at hann verður tað hesaferð heldur, siga tey í Hvalbiar kommunu við In.fo í dag.