Tey seinastu nógvu árini hava parkeringsplássini við bryggjaríið hjá Frans Restorff í Tórsgøtu í Havn verið almenn. Tíðaravmarkingin var avmarkað, so parkeringsplássini kundu bara brúkast av fólki við smáørindum í býnum.
Men herfyri varð skeltið tikið niður og forðingar lagdar, so eingin bilur sleppur inn á økið.
- P/F Frants Restorff eigur økið, og orsøkin er ikki onnur enn hon, at vit fara at leiga parkeringsplássini út, sigur Heini Restorff.
Skelti um hetta kemur upp fyrsta dagin.
Sjálvur bygningurin hevur leingi staðið til leigu, men beint nú er eingin áhugaður leigari.
Ætlanin var annars at ríva húsið niður og byggja nýtt á grundina. Tekningarnar vóru gjørdar og byggiloyvi í lagi, men so kom kreppan, og alt steðgaði upp.










