Fyri fyrstu ferð í fleiri vikur fór Uni Arge sunnudagin av vøllinum uttan at teljast millum málskjúttarnar. Teir á Akranesi høvdu vitjan av Keflavík, og tað var um reppið, at gestirnir fóru avstað við øllum stigunum. Keflavík kom á odda 2?1, tá ein hálvur tími var eftir, og fýra minuttir seinni høvdu teir møguleikan at økja um leiðsluna, men teir misnýttu brotsspark.
ÍA javnaði í evstu løtu. Baldur Aðalsteinsson sendi úr brotsteiginum bóltin aftur um seg sjálvan og í málið. So var støðan 2?2, og tað gjørdist endaliga úrslitið, tí dómarin bríkslaði dystin av, áðrenn spælið varð sett í gongd aftur.
Tað var strevið hjá ÍA, tí teir vóru aftanfyri tað mesta av tíðini. Í 26. minutti setti Keflavík hol á, og í 58. minutti javnaði ÍA. Tað var Alexander Högnason, sum umsetti brotsspark til mál.
ÍA hevur mist møguleikan at vinna meistaraskapin. Nú hugsa teir mest um steypafinaluna, sum verður ímóti ÍBV sunnudagin 24. setpember.
Leiftur liðugt
Jens Martin Knudsen var ikki á liðnum hjá Leiftri, og avloysarin var ikki serliga heppin. Longu í 5. minutti gjørdi hann eitt mistak, sum hevði við sær, at Fram kom framum. Leiðslan helt sær til í 53. minutti. Tá javnaði brasiliumaðurin Alexandro Santos. Leiftur fekk sigursmálið eitt korter undan dystarloki. Hörður Már Magnússon sendi umvegis tvørtræið í málið.
Hóast føroyingarnir á Ólafsfirði vunnu, so er tað greitt, at Leiftur, sum í fjør vann bronsukrónur, skal spæla í næstbestu deildini komandi ár. Teir enda á aftasta plássinum.
Undan vikuskiftinum ljóðaði í íslendskum fjølmiðlum, at tað er upp á tal, at Páll Guðlaugsson aftur komandi ár skal vera venjari hjá Leiftri. Páll, sum vandi Keflavík fyrr í summar, og sum hesar seinastu vikurnar hevur verið á beinkinum hjá Leiftri, hevði ábyrgdina á Ólafsfirði í fjør og í fyrraárið. Tá stóð Leiftur seg betur, enn teir nakrantíð áður hava gjørt.
Trý lið stríðast fyri at sleppa undan næstaftasta plássinum. Fram er illa fyri, men teir hava sjálvir møguleika at senda Breiðablik niður. Triðja liðið er Stjarnan.
KR best fyri
Besta boðið uppá meistaraskapin er KR, sum eisini var meistari í fjør, tá teir eisini vunnu steypakappingina. Sunnudagin gjørdust teir nýtt oddalið. Teir vunnu 1?0 á heimavølli ímóti ÍBV. Málið fingu teir, tá eitt korter var eftir. Oddaliðið higartil, Fylkir, tapti 2?1 í Grindavík.
KR er tvey stig frammanfyri Fylkir. Um Fylkir vinnur í síðsta umfarinum, tá teir skulu spæla ímóti Una Arge og ÍA, so verður tað neyðugt hjá KR at vinna sín dyst fyri at gerast meistari. Fylkir hevur betri málmun enn KR, sum skal spæla ímóti Stjarnuni.