Meistararnir og steypavinnararnir frá í fjør, KR, vóru mikukvøldið á Ólafsfirði, har útsetti dysturin frá 13. umfari var á skránni. Hann var útsettur, tí KR spældi í undankappingini til europeisku meistarakappingina. Mótstøðuliðið var Brøndby.
Hjá báðum liðunum ráddi mikukvøldið um at vinna. KR hevði fyri neyðini at fáa øll stigini, um teir skuldu hugsa um at varðveita møguleikan fyri at endurvinna meistaraskapin, og Leiftur hevði harðliga brúk fyri øllum stigunum, um teir skulu lyfta sær av aftasta plássinum.
Bæði liðini fóru av vøllinum í einki serliga góðum hýri. Úrslitið var málleysur javnleikur. Heimaliðið legði bragdæliga fyri. Teir vóru leikliga omaná í 1. hálvleiki, og teir høvdu onkran góðan málmøguleika eftir hornasparksstøðu, men teir fingu einki mál. Seks minuttir undan leikloki stóð brasiliumaðurin Santos leysur í málteiginum, men skotið fór omanfyri málið.
Í 2. hálvleiki vóru gestirnir fleiri ferðir vandamiklir í skjótum mótálopum, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin framvið Jens Martini Knudsen.
Allir føroyingarnir vóru á vøllinum alla tíðina. Jens Martin Knudsen fekk longu í 3. minutti gult kort, tá hann sambært Morgunblaðnum feldi ein mótstøðumann.
Í vikuskiftinum skal Leiftur spæla ímóti Stjarnuni, sum er næstniðast. Leiftur hevur tíggju stig, og Stjarnan hevur 13 stig. Páll Guðlaugsson er nú á beinkinum hjá Leiftri. Hann og allir hinir á Ólafsfirði vita, at um hugsningur skal vera um at sleppa upp á triðji aftasta plássið, sum ber framhaldandi rætt til bestu deildina við sær, so mugu trý stig fáaast burturúr ímóti Stjarnuni.
Fram er triðji aftast. Teir hava sekstan stig. Tað eru fimm umfør eftir av Landssimadeildini. Komandi vikuskifti eru bæði John Petersen og Sámal Joensen leikbannaðir, so tað er einki serligt hjá Leiftri.










