1. mars letur nýggj matstova upp í Skeiva Pakkhúsið í Havn. Tað er kendi kokkurin, Leif Sørensen, sum er høvuðskokkur í matstovuni fyrstu tíðina.
Hann sigur, at ætlanin er, at tað skal vera matstova, kafé og barr í einum.
- Vit ynskja at hava opið fyri øllum og øll skulu føla seg vælkomin har. Har verður møguleiki at eta frokost ella at keypa okkurt av matseðlanum í kaféini. Fólk kunnu koma at fáa sær ein kakubita, at fundast, ella skúlanæmingar koma at gera skúlating, sigur Leif Sørensen.
Hann er mest kendur frá gourmet-umhvørvinum, lat sjálvur upp matstovuna Gourmet á Skálatrøð, og var ein av undangongumonnunum á Koks, sum í fjør fekk eina Michelin-stjørnu. Hann ætlar tó ikki, at nýggja matstovan skal vera ein av hesum heilt fínu matstovunum.
- Hetta er alt annað enn ein gourmetmatstova. Tað skal vera bíligur matur, men kortini góður matur, sigur hann.
Hann vísir á, at matstovuumhvørvi í Havnini er nógv broytt seinastu árini, og føroyingar eta nógv meiri úti nú á døgum.
- Nógvar matstovur mugu siga nei til upp móti 50 gestum um dagin, so har skuldi verið grundarlag fyri einum afturat. Um veturin mangla sjálvandi ferðafólkini, men vit vóna, at tað fer at ganga kortini, sigur hann.
Hoyr alla samrøðuna við Leif Sørensen á Rás 2 við at trýsta á pílin undir myndini.









