Matstovur
Í bløðunum fríggjadagin stóð at lesa í lýsing, at matstovan, Gourmet, var til sølu.
Síðani hann í 2006 byrjaði matstovuna, hevur Leif Sørensen roynt at rikið eina føroyska matstovu á høgum støði, men hetta hevur ikki gingið eftir vild.
Roknskapirnir siga, at fíggjarliga úrtøkan ikki hevur verið nóg góð, og nú gevur Leif Sørensen skarvin yvir.
-Nú orki eg ikki at lyfta hesa uppgávu longur og tí stingi eg í sekkin, sigur Leif Sørensen við grams.fo.
- Vit hava okurs innkeypsprísir, høgar vínprísir, 25% mvg og vit kunnu ikki seta prísirnir til tað, ið teir áttu at verið, tí tann føroyski marknaðurin er so lítil.
-Sum støðan er í dag, fremja karmarnir í Føroyum einans steakhouse-, pitsa- og barr-matstovur eftir útlendskum leisti, sigur hann millum annað í viðtali við grams.fo.