Leif Sørensen frá Hotel Føroyum fer saman við Ruben Maarbjerg Busk frá Hotel Hafnia og seks donskum kokkum undir eitt øðrvísi og spennandi mattiltak í Keypmannahavn. At norðurlendski køkurin er eitt stórt hitt er Noma, heimsins besta matstova, besta dømið um. Men hóast hetta er føroyska rávøran lutfalsliga lítið kend millum fólk í norðurlondum, og tað ynskja Leif Sørensen hinir kokkarnir at broyta við einum serligum kvøldi í sonevnda Odd Fellow Palænum í Keypmannahavn.
Talan verður um eina menu við sjey rættum, sum fevna um krabba, livandi jómfrúhummara, lambskjøt, turran fisk, tara, skøtu, kalva, mjólkavørur og øl úr mikrobryggjaríum. Alt hetta kemur sjálvsagt úr Føroyum og tað kunnu gestirnir gleða seg, sigur Lars Lundø Jacobsen, sum er ein av kokkunum hetta kvøldið.
- Sjálvt danskir kokkar, sum eftirhondini eru rættiliga forkelaðir við góðum rávørum, gerast málleysir, tá teir fáa føroyskan fisk ella føroysk skeljadjór upp í hendurnar. Alt ov fáir danir bera kenslu við ómetaliga góðu rávørurnar úr Føroyum, og tað ynskja vit at broyta, sigur hann við Politiken.dk.
Umframt Leif Sørensen og Ruben Maarbjerg Busk luttaka kokkar frá Geist, Brasserie Nimb, Dragsholm Slot, Restaurant Brdr. Price og Odd Fellow Palænum.
Les meiri um matkvøldið og hvussu tú bíleggur borð her: ibyen.dk/restauranter/ECE1527202/faeroeske-topkokke-tryller-med-toerret-fisk-og-oel/