? Vit vilja stuðla Pál Joensen, tí hann er eitt gott dømi um, at við miðvísari ætlan og hørðum arbeiði kann røkkast langt. Og kanska verður hetta árið, tá hann kemur heilt á ovastu rók, sigur Leivur Holm, stjóri í P/f Leif Mohr.
Pál Joensen er sjálvur sera fegin fyri stuðulin, og hann er serliga ovfarin av, at P/f Leif Mohr vendi sær til hansara við tilboðnum um stuðul, sum kemur at lætta munandi um hansara gerandisdag, so hann kann leggja alla orku í svimjingina.
? At teir koma til mín, haldi eg vera øgiliga flott, tí við einum nýggjum høvuðsstuðli fái eg heilt aðrar møguleikar, enn eg annars vildi havt. Nú havi eg nakað at liva av, so eg fái givið svimjingini betur pláss, uttan at eg skal hugsa so nógv um tað, sigur Pál.
Hann hevur aftur í ár nógvar spennandi uppgávur fyri framman. Talan er bæði um EM á langbana og HM á stuttbana, umframt fleiri aðrar kappingar. Hinvegin verður heldur minni gjørt við venjingarlegur í ár, samanborið við í fjør, men onkur slík verður kortini.