Fríggjakvøldið vann EB/Streymur heili 8-1 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá KÍ í 1. deild. Úrslitið í sær sjálvum er rættiliga ógvusligt, men enn meira sermerkt er, at toppskjúttin í 1. deild, Leif Niclasen hjá EB/Streymi, skoraði heili seks mál.
Leif Niclasen er greiður toppskjútti í 1. deild, og hevur hann nú skorað 32 mál eftir 25 umfør. Leif Niclasen hevur spælt við í øllum hesum 25 dystum, og sostatt hevur hann skorað 1,28 mál fyri hvønn dyst í miðal.
Í fjør var Brian Jacobsen hjá Skála greiður toppskjútti í 1. deild, tá ið hann við sínum somuleiðis 32 málum setti málmet í 1. deild. Hetta metið hevur Leif Niclasen nú javnað, og í tveimum teimum síðstu dystunum hevur hann møguleika at seta sítt egna met, um hann aftur megnar at koma á máltalvuna.
Síðstu tveir heimadystirnir hjá EB/Streymi í 1. deild, áðrenn sundalagsmenn aftur verða at síggja í Effodeildini í komandi kappingarári, eru ímóti FC Suðuroy og NSÍ.










