Vit hava hitt eina einliga mammu, sum við jøvnum millumbilum fær mat frá "Hjálpini" við Leif Eriki Niclasen. Kvinnan ynskir at vera dulnevnd, so her í greinini kalla vit hana bara fyri "Ingibjørg".
Ingibjørg hevur fýra børn, og sum einlig mamma hevur tað seinastu árini verið trupult hjá henni at fingið endarnar at røkka saman. Serliga stórt trýst hevur verið um høgtíðir, tí tá brúkar eitt vanligt húsarhald meira pengar enn annars. Men fyri nøkrum árum síðani fekk Ingibjørg samband við "Hjálpina", sum gav familju hennara dunnu og fleskasteik á jólum.
- Leif Erik fortaldi, at hann plagdi eisini at hava mat aðrar dagar á árinum, sum hann fekk frá matvøruhandlum. Hann spurdi, um eg var áhugað at fáa av og á, og tað var eg sjálvandi, greiðir Ingibjørg frá.
Børnini skulu uppliva ting
Tað hevur stóran týdning fyri Ingibjørg og børn hennara at fáa mat frá Hjálpini.
- Um Leif Erik ikki hevði verið har, so hevði tað verið fíggjarliga trongligt hjá okkum, sigur Ingibjørg og vísir á, hvussu hesin eyka maturin gevur henni meira fíggjarligt frælsi.
- So bera onnur ting til, tí nú sleppa vit frá at brúka allar pengarnar upp á mat. Eg vil hava, at børn míni skulu uppliva ymisk ting. Øll børn eiga at kunna sleppa til barnatiltøk og legur sum eitt nú Zarepta, og tað klári eg væl at gjalda nú, tí eg spari so mikið nógv.
Maturin er góður
Ingibjørg sigur, at tað er fínur matur, sum mann fær frá Hjálpini. Hon leggur dent á, at tað sjálvandi eru summar vørur, sum eru verri enn aðrar, men tað er eingin umskyldningur fyri ikki at eta matin.
- Hann koyrir ikki út til býttar mammur. Um okkurt ikki kann etast, so skerur mann jú bara tað pettið vekk. Eg syrgi fyri, at maturin er í ordan og gevi børnunum líka góðan mat, sum tey annars høvdu fingið aðrastaðni, ger Ingibjørg greitt.
Hon dugir væl at brúka øll kynstur og allar møguleikar í køkini fyri at vera so effektiv sum gjørligt við matinum.
- Mann kann væl gera suppu og grýturætt burturúr tí grønmetinum, sum ikki er heilt gott, eins og kokkar gera. Tað geri eg ofta. Eg gagnnýti til dømis eisini súreplini til at gera súreplakakur við, sigur hon.
- Tú verður noyddur at breyðføða børnunum hjá tær hvønn dag, og tí lærir tú eisini at skipa teg betur. Eg brúki altíð Google fyri at finna uppskriftir, sum passa til tann matin, eg eigi inni.
Bomm og wienarbreyð
Umframt frukt og grønt er eisini alt møguligt annað at fáa frá "Hjálpini".
- Ofta fáa vit bomm og annað søtt við, sum børnini annars ikki plaga at fáa. Mann veit ongantíð, hvat er í bilinum, og tað kann til dømis vera Giflar, sum eg sjálv absolutt ongantíð hevði kunnað funnið uppá at keypt, flennir hon.
- Eg kundi heldur ikki droymt um at brúkt mínar egnu pengar uppá til dømis wienarbreyð, tí tað kostar so nógv. Men tað fáa vit ofta, og tað halda børnini vera stuttligt, sigur Ingibjørg.
- Hann brúkar sína orku uppá okkum
Einliga mamman hevur sera stóran tokka til Leif Erik Niclasen og tað, sum hann hevur gjørt.
- Hann er akkurát sum Móðir Theresa. Hann hevur bara eitt so sera stórt hjarta, og hann arbeiðir bara út frá hjartanum. Hann er Móðir Theresa fyri Føroyar, sigur Ingibjørg.
- Hann ger eitt fantastiskt arbeiði, tí hann brúkar alla sína orku uppá okkum, sum treingja. Tað ger hann. Hann er góður við øll og hugsar um øll; enntá fuglarnar, tí teimum gevur hann breyð, sigur hon.
(*Kvinnan í hesari greinini er dulnevnd, og Ingibjørg er sostatt ikki veruliga navn hennara)