Seinastu tíðina hevur drúgv viðgerð verið av føroyska heilsuverkinum í fjølmiðlunum, har tað serliga hevur verið funnist at skerjingum og ónøktandi umstøðum til serlæknar.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, vísir millum annað á, at tað er fest í samgonguskjali, at ein útgreining skuldi gerast av hvar ymsu serøkini skulu staðsetast.
Les eisini: Nú má Karsten Hansen skera í gjøgnum
Í Kringvarpinum í gjár, róði fyrrverandi landsstýrismaðurin í Heilsumálum, John Johannesen eisini uppundir, at tað er lokalpolitikkur, sum hevur spent bein fyri hvar serøkini skulu liggja og styrkina av sjúkrahúsverkinum. Hann tók framaftur sítt egna uppskot um at miðsavna leiðslurnar í sjúkrahúsverkinum, sum uppskot um at gera neyðugar sparingar og tryggja serøki.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin vísir tó á, at málið í nógv størri mun snýr seg um sparingarnar á fíggjarlógini, tá ið tað kemur til heilsumálaráðið.
Les eisini: Seigpíningin má halda uppat
Sitandi Heilsumálaráðharrin, Karsten Hansen, heldur tó ikki, at ein samanlegging vildi bøtt um støðuna.
- Hóast samanlegging, so høvdu tey trý sjúkrahúsini alíkavæl kravt hvør sín leiðara, sum allir skuldu havt egnan skrivara. So har trúgvi eg, at tað er lítið at spara, sigur Heilsumálaráðharrin.
Hann ásannar, at heilsuverki hevur verið fyri nógvum skerjingum á fíggjarlógini, og at allar sparingar, sum verja serøkini, eru kærkomnar. Men hann heldur fast við, at ein miðsavnan av leiðsluni er ikki gongda leiðin.
- Eftir mínum royndum, so er besta leiðslan eisini tann, sum hevur stytst frástøðu til síni starvsfólk, sigur Karsten Hansen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Karsten Hansen