Leiðslan heldur kortunum tætt at kroppinum

Niels Mortensen

Hvørki stjórin ella nevndarformaðurin í Atlantic Airways vilja siga nakað um framtíðar ætlanir hjá flogfelagnum.


Álítandi keldur hava fyri in.fo upplýst, at ókeypis tænasta umborð á Atlantic Airways, har ferðafólk fáa servera ókeypis mat og drekka, heldur uppat 1. mai í ár.


Men hvørki Niels Mortensen, nevndarformaður í felagnum, ella Jóhanna á Bergi, stjóri í felagnum, ynskja at gera stórvegis viðmerkingar til søguna.


- Vit hyggja eftir fleiri møguleikum, og eru í gongd við at gera broytingar, men enn kann eg ikki vátta nakað sum helst. Men vit koma við eini fráboðan, tá vit hava nakað at siga. Eg kann hvørt fall siga, at 1. mai er nýtt fyri meg sum nevndarformaður. Tað kenni eg einki til, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í stuttari viðmerking.


Heldur ikki stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, hevur stórvegis viðmerkingar, men sigur kortini, at tey arbeiða alla tíðina við at fáa prísin á ferðaseðlum so langt niður sum gjørligt, og at okkurt verður at frætta í næstum.

Niels Mortensen

Niels Mortensen

Niels Mortensen

Niels Mortensen

Niels Mortensen