Bygningurin hjá Posta á Óðinshædd í Havn

Leiðslan bjóðaði hálvan prís fyri Posta

Virðið á Posta er millum 95 og 100 milliónir krónur

Bygningurin hjá Posta á Óðinshædd í Havn

Tað verður ringt at selja Posta, um landið ikki fær fullan prís fyri felagið, sum av tveimum óheftum metingarfyritøkum er mett at vera vert millum 95 og 100 milliónir krónur

 

Tá Posta varð lýst til sølu í 2019, kom bara eittans boð upp á almenna partafelagið.

 

Men tað boðið lá 50 milliónir undir metingini, sum landsstýrið hevði fingið tvær óheftar fyritøku at meta um.

 

Hóast nevndarformaðurin í Posta hevur sagt, at hann heldur, at almenna Posta skal privatiserast, so hevur tað ikki verið ætlanin hjá sitandi landsstýri at selja almenna postfelagið, P/F Posta.

 

Tað segði Jørgen Niclasen við in.fo 12. oktober í 2019, stutt eftir at hann hevði tikið við sum landsstýrismaður. Hann vísti tá á, at einki nøktandi boð kom upp á felagið, og tí steðgaði sølutilgondin upp.

 

– Eg dugi ikki at síggja, hvat er broytt síðan fyrstu royndina, so vit hava ongar ætlanir um at gera eina nýggja roynd, segði Jørgen Niclasen, sum tá var nýggjur landsstýrismaður við fíggjarmálum.

 

##med2##

 

Løgmaður hevur sagt, at tað er ov skjótt at seta Posta til sølu aftur, og við Kringvarpið sigur hann nú, at greiða í øllum førum fyrst skal fáast á eigarapolitikkinum hjá landinum, áðrenn støða verður tikin til, um ein nýggj roynd skal gerast at selja Posta.

 

Men keldur, sum in.fo hevur tosað við halda, at tað kann vera trupult hjá politikarum longu nú aftur at seta Posta til sølu, tí boðið, sum eitt felag við leiðsluni á Posta lat landsstýrinum, lá so markant niðan fyri metingina, sum landsstýrið hevði fingið upp á Posta.

 

Tvær óheftar metingar tá vístu í 2019, at virðið á Posta lá millum 95 og 100 milliónir krónur. Men boðið frá leiðsluni á Posta lá um 50 milliónir. Tí mæltu søluráðgevararnir landsstýrinum frá at selja.

 

Og tann 28. juni í 2019 boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá, at tilboðið er havnað og skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

 

»Tá freistin var úti, var eitt boð móttikið. Søluráðgevarnir hava mett um tilboðið og eisini havt fund við bjóðandi felagið fyri at fáa tilboðið nágreinað. Samanumtikið meta SÓKN Advokatar og Hammer Consulting, at tilboðið ikki er nøktandi. Tískil varð mælt einskiljingarbólkinum hjá landsstýrinum at havna tilboðnum.

 

Einskiljingarbólkurin hjá Føroya landsstýri hevur í dag viðgjørt tilmælið og tekur tað til eftirtektar. Felagið, sum bjóðaði upp á Posta, er kunnað um avgerðina, og tað eru starvsfólkini hjá Posta eisini.«

 

##med3##

 

Um áhugi ikki er at keypa Posta fyri tann prísin, sum felagið er mett at kosta, so kann vera trupult hjá landsstýrinum at selja Posta. Um virðið fyri trimum árum síðani lá um 100 milliónir krónur, so er tað helst nakað oman fyri 100 milliónir í dag. Og um landsstýrið kortini velur at selja fyri umleið 50 milliónir krónur, so verður landsstýrið uttan iva lagt undir vina- og kenningapolitikk og at forera almenna ogn til útvaldar privatpersónar. Tí verður tað neyvan so lætt hjá landsstýrinum at selja Posta, sum nevndarformaðurin í Posta vil vera við.

 

So avgerðin um at selja Posta verður valla tikin í hesum valskeiði.

 

##med4##

 

Bygningurin hjá Posta á Óðinshædd í Havn

Reidar Nónfjall, nevndarlimur í Posta, Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður í Posta, Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, og Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálanum, ið sum landsstýrismaður varðaði av Posta

Joel undir Leitinum er stjóri á Posta