Leiðari settur í Pálshøll

17. oktober letur landsins fyrsti langhylur upp og í dag frættist, at Sigurð Marner Simonsen er settur leiðari.

Tann 17. oktober letur landsins fyrsti langhylur upp, og í dag frættist, at Sigurð Marner Simonsen er settur leiðari í Pálshøll í Vági.

 

Hesum boðar hann sjálvur frá á Facebook í dag.

 

Sigurð Marner Simonsen, ættaður úr Sandoynni, er giftur og búsettur í Vági. Hann hevur starvast sum fysioterapeutur á Hamragarði.

 

Hann sigur á Facebook, at hann er spentur og gleðir seg at koma í gong sum leiðari í Pálshøll, ið er Føroya fyrsti langhylur, ið eisini hevur eittnú tól til vælveru og fitness.